Flåklypa Grand Prix

Í Noregi er nýútkomna telduspælið, Flåklypa Grand Prix, ógvuliga væl umtókt.

 

Telduspæl

Elinborg Joensen


Tað er norðmaðurin við tí italska navninum Ivo Caprino, ið er maðurin aftan fyri teknifilmin við sama heiti. Teknifilmurin, sum eisini SvF hevur víst, er millum teir kendastu nakrantíð í Noregi. Ivo andaðist 80 ára gamal 8. februar í ár. Og nú eru synir hansara, Remo og Mario Caprino, júst komnir út á marknaðin við nýggja telduspælinum.

At tað er væl umtókt, er vælskiljandi. Flåklypa-spælið er stuttligt og innihaldsríkt, uttan mun til, um tú spælir einsamallur ella saman við øðrum. Grafikkurin er sera góður, og tú kanst sita fleiri tímar og spæla. Spælið er býtt upp í fleiri pallar (scenur), ið hóska til allar aldursbólkar millum 4 og 107 ár! Men tað er nú eitt sindur yngri málbólkur, spælið er ætlað til. Summir pallar eru sjálvandi torførari enn aðrir, og spælarin má so sjálvur velja sær tann pallin, ið hóskar best til hann. Og tað er ikki so lítið at velja í. Har er alt frá putlispæli til rasarakoyring. Í hesum pallunum kanst tú vinna heiðursmerki og stig. Hetta gevur tær billutir, so at tú sjálvur kanst byggja superbilin Il Tempo Gigante (ITG), sum er kendi bilurin hjá Teodor Felgen frá gamla teknifilminum. Tá tú ert liðugur at byggja bilin, fært tú atgongd til tað spennandi bilspælið. Her fært tú møguleika at koyra ITG ella onkran av hinum bilunum, alt eftir hvussu nógv stig tú hevur. Um tú koyrir skjótt og væl, vinnur tú nýggjar banar, aftrat Flåklypa-bananum. Her ber væl til hjá tveimum luttakarum at kappast í hvør sínum bili.

Tú kanst eisini spæla saman við øðrum í kappingum. Øll, ið eru skrásett sum spælarar, kunnu luttaka. Tú velur sjálvur, á hvussu torførum stigi, hvør einstakur luttakari spælir. Og eisini velur tú hvussu nógv spøl, hvør kapping skal vera.

Tað eru løgd ymisk ítriv ella aktivitetir í spælið. Her er nógv stuttligt og áhugavert at takast við. Millum annað er ein miðdepil, har tú kanst arbeiða við myndum, teksti og figurum úr spælinum.

Eisini vit, sum ikki eru so von við telduspøl, kunnu lættliga fáa hjálp, frá teirri innbygdu vegleiðingini, tá tað er neyðugt.

Fyri at spæla Flåklypa Grand Prix krevst, at teldan hevur Windows 95/98/2000, Pentium II, 266 Mhz. Annars eru krøvini, 8 MB AGP-skermkort, 8x CD-ROM, 650MB tøk og vanligt ljóðkort.

Til stuttleika kundi eg nevnt, at í Noregi var ein kanning gjørd av hesum nýggja spælinum. Fýra fólk, í aldrinum 4-33 ár, vórðu vald sum royndarkaninir. Allir fýra persónarnir fingu blóð uppá tonna frá fyrstu løtu! Tað er sjáldan, at eitt og sama spæl er so vælumtókt hjá so nógvum í so ymiskum aldursbólkum. Men hjá hesum, ið royndu hetta norska spælið, var eingin ivi, eitt sera fjølbroytt spæl.