Tað hevur verið hugaligt í fleiri ár at hoyrt glyvraprest, Meinhard Bjartalíð, leygarkvøldini fyri heilaga dagin tulkað sunnudagstekstin í sendingini ”Hetta heilaga evangeliið skrivar”. Maðurin er evnagóður á so mongum økjum, serliga í tónleikinum, og tí fær hann hesa sera stuttu sendingina at hanga so merkiliga væl saman. Mong lurta eftir henni, - sjálvt um hon ikki verður send í prime-time.
Leygarkvøldið farna var eitt undantak. Huglagið var hitt sama, fyrireikingin framúr sum altíð og tónleikurin á sera høgum støði, men sum fráleið var tað greitt, at Bjartalíð var vilstur í kirkjuliga kalendaranum. Var vorðin í so skundigur, táið hann tríggjar dagar fyri veturnætur var komin longri ávegis enn tey flestu, nú hann viðgjørdi dagin í dag sum alla halganna sunnudag. Theodor Olsen fekk kortini alt í rættlag aftur, táið hann í útvarpaðari guðstænastu úr Kvívíkar kirkju fekk hálað okkum aftur á beint.
Kom eftir sendingina í prát við ein samkomumann hjá brøðrunum, sum eisini hevði sitið við lurtið, og hann var líka so ørkemlaður sum eg. Setti meg síðan í samband við prestin á Glyvrum, fyri at vita hvussu stjølurin var, ella um einhvør óargalig kisa hevði knýtt seg í heysinum á honum, sum kundi hava verið orsøkin til, at hann so knappliga hevði mist dagaskilið. Vælvitandi, at mong nú sótu kring landið, og ivaðust í hansara førleika sum hirða í fólksins kirkju.
Rættiligur ágangur hevði verið á máltráð hansara, og hann hevði av lívsins kreftum roynt at komið sær í samband við Kringvarpið, fyri at fáa teir at saðla um, segði hann í telefonini úr brekkuni undir Stórafjalli. Men til fánýtis. Annars hevði hann í vikuni verið í Havn og lisið fýra komandi sendingar inn á stálband, og eftir øllum at døma var fløkja komin í røðina hjá tøkningunum, sum avgreiða útvarpingina. Teir byrjaðu við tí sum skuldi sendast í hinum endanum. Harvið hevur almenna public-service rásin nú eina øvuta tekstarøð.
Hetta kann bara vera úrslitið av dølskni og líkasælu, og eigur undir ongum umstøðum at koma fyri. Kristna læran er alt annað enn ein mýruvongur í andaliga førningi føroyinga, tí eigur slík vanvirðing ikki at henda, líkamikið hvør orsøkin annars skuldi verið. Einasti legitimitetur undir kringvarps-gjaldinum er public-service hugtakið. Samfelagsskyldan sum mentanarstovnurin hevur at røkja týðandi mál tjóðarinnar vegna. Megnar stovnurin ikki tað, og er hann samstundis í ferð við at flyta seg yvir í ein ísakaldan og kyniskt rationellan management stovn, har cost benefit, búskaparligar og ikki tær mentanarligu lógirnar ráða, so er av álvara vandi á ferð.
Tey, sum vóru farin at ivast í, um glyvraprestur ella útvarpið vóru farin at ganga í ørviti ella komin í barndømi, mega kunna krevja av leiðsluni í Kringvarpinum, at hon sigur okkum hvør orsøkin var til, at Meinhard Bjartalíð ígjárkvøldið var ein lítlan mánað fyri sína tíð.










