Fløkja á fiskivinnuøkinum

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður
----------
Nú lemmatrolarar eru farnir at fiska frítt á innaru leið við partroli, er áralong siðvenja við skipabólkum og grundreglu um, at veiðutrýstið ikki skal økjast, slept í føroyskari fiskivinnuumsiting. Tað sum fer fram, er ikki í tráð við lógina um vinnuligan fiskiskap og eigur at halda uppat.

Hornasteinur í fiskidagaskipanini er býtið millum skipabólkar, har skip verða flokkað eftir reiðskapi, stødd og maskinorku. Tríggir bólkar eru, sum trola:

• Bólkur 1, Lemmatrolarar
• Bólkur 2, Partrolarar
• Bólkur 4T, Trolbátar

Lemmatrolarar í bólki 1 eru djúpvatnstrolarar, sum vanliga fiska upsa, kongafisk og djúpvatnsfisk á ytri leið og kunnu koma á innaru leið at royna eftir upsa við avmarkaðari hjáveiðukvotu av toski og hýsu. Lemmatrolarar eru ikki í fiskidagaskipanini og fiska tí frítt, nú teir eru farnir at partrola á innaru leið.

Partrolarar í bólki 2 fiska fyri tað mesta upsa. Teir eru í fiskidagaskipanini.

Trolbátar í bólki 4T fiska havtasku, flatfisk, umframt nakað av toski, hýsu og upsa. Trolbátar eru eins og partrolarar í fiskidagaskipanini.

Fiskivinnuumsitingin komin í trol við aðalreglu í lógini
Fiskivinnuumsitingin saman við landsstýrismanninum er komin til, at allir trolarar kunnu partrola, sjálvt um áralong lógartulking og siðvenja frammanundan ikki hava loyvt hesum.

Í verki merkir tað, at lemmatrolarar í bólki 1 og trolbátar í bólki 4T kunnu leggja um til upsafiskiskap á jøvnum føti við partrolararnar. Fyritreytirnar hjá partrolarum og teimum útróðrarmonnum, sum fiska upsa við snellu verða munandi skerdar, heldur óskilið fram.

Veiðutrýstið á upsa fer eftir nýggju skipanini at vaksa munandi og fer íkomna støðan samstundis at forkoma øllum tosi um burðardygga upsaveiðu.

Aðalregla í lógini um vinnuligan fiskiskap er, at veiðutrýstið á fiskasløgini tosk, hýsu og upsa ikki skal økjast. Broytta umsitingarliga siðvenjan økir veiðutrýstið á upsa og er tí ikki í tráð við lógina. Fiskivinnuumsitingin er sostatt komin í trol við aðalreglu í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Fløkjan má greiðast
Fyri ikki at koma í politiskt óføri, má landsstýrismaðurin greiða íkomnu fløkjuna. Hvussu hann ger tað, stendur til hansara at koma við uppskoti um.

Ein gongd leið hevði tó verið at hildið fast við áragomla siðvenju við bólkabýti. Í samband við Skálabergmálið hevur landsstýrismaðurin víst á, at siðvenja heldur eins væl í rætti og lógartekstur.