Flúgvandi undirhald

Danska flogfelagið DAT ætlar at gera eitt sindur burturúr, at flogið verður til Føroya um jólini. Undirhald verður umborð á flogfarinum onkran av túrunum

Ferðafólkini, sum koma til Føroya við flogfarinum hjá DAT tann 18. og tann 20. december umframt tey, sum flúgva við felagnum annan januar næsta ár, fáa undirhald við í ferðaseðlaprísinum.
Danska flogfelagið Danish Air Transport, DAT, sigur í tíðindaskrivi, at felagið fer at bjóða ferðafólkunum undirhald umborð á flogfarinum. Tað verður gandakallurin Michael Frederiksen, sum fer at undirhalda við sínum gykli umborð, sigur Bjarne Rasmussen, rutustjóri hjá DAT í fráboðan.
Jesper Rungholm, stjóri í DAT, sigur, at teimum dámar væl í felagnum at føra seg eitt sindur øðrvísi fram, enn onnur flogfeløg. Til dømis hevur okkurt at flogførunum hjá teimum flogið við lýsing fyri okkurt danskt blað. Og fyri stuttum funnu teir upp á at lata ein norskan hýruvogn koyra runt sum reklama fyri DAT.