Danmark: Trampolinir kunnu vera vandamiklar at hava standandi í garðinum í nógvum vindi. Tað má ein húsaeigari í Skovlunde sanna eftir illveðrið í gjár. Hóast trampolinin varð bundin føst, fór hon á flog og endaði í fyrstu atløgu í eini runnagirðing og síðani í eini elmastur.
Hetta hevði við sær, at streymurin fór í grannalagnum, skrivar Ritzau-tíðindastovan.
Tað var tó ikki bert trampolinin, ið tók streymin í Keypmannahavnarøkinum. Eisini niðurdottin trø og greinar órógvaðu elveitingina, og í gjárkvøldið lógu 2.800 húski uttan streym.
Flestu teirra høvdu fingið streymin aftur um sjey-tíðina í morgun.
Eisini í Norðursællandi elvdu trampolinir til streymslit. Har fekk løgreglan eitt ótal av fráboðanum um niðurdottin trø, elleidningar og vilstar trampolinir.
(tilvildarlig mynd)










