Ofta hava vit sæð, at í sambandi við steypafinalurnar í flogbólti hevur høvið verið brúkt til at skriva undir stuðulssáttmálar. Høvuðsstuðulin hjá Flogbóltssambandinum hevur í áravís verið Eik Banki, og tað er hann enn, og so hevur Atlantsflog eisini í fleiri ár verið hjástuðul.
Tað verður flogfelagið eisini framhaldandi, tí millum annað og triðja sett í kvinnufinaluni leygardagin í stóru NEVZA-meistarakappngini fyri U19-landslið, settust Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, og Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, við eitt borð at skriva undir sáttmála.
– Fyrsta sáttmálan av hesum slagnum gjørdu Flogbóltssambandið og Atlantsflog í 2007, og fyri okkum var tað ógvuliga sjálvsagt, at júst Atlantsflog skuldi vera hjástuðul, tí nógv virksemi hjá okkum er uttanlands, og tí liggja sjálvsagdir møguleikar í tøttum samstarvi millum okkum og júst Atlantsflog, sigur Magnus Tausen.
– Fyri okkum hevur tað nógv at siga, at vit kunnu halda fram við hesi avtalu, sum er tann sama, sum vit hava havt frammanundan. Nú búgva vit jú í einum oyggjasamfelag, og tí hevur tað sera nógv at siga, at vit kunnu hava ein so týðandi viðspælara sum flogfelagið.
Treyt fyri kapping
Formaðurin í Flogbóltssambandinum undirstrikar, at júst hetta samstarvið hevur verið ein stórur partur av fyritreytunum fyri, at flogbólturin hevur fingið havt tað ungdóms- og landsliðsarbeiði, sum hevur verið seinnu árini, og hann segði eisini, at júst Atlantsflog var fremsta fortreytin fyri, at kappingin hjá U19-landsliðunum kundi gjøgnumførast í Føroyum í ár.
Sum vanligt, verður einki sagt alment um, hvussu avtalan sær út í krónum og oyrum, men avtalurnar við bæði Atlantsflog og Eik Banka merkja, at Flogbóltssambandið kann halda fram við NEVZA-meistarakappingunum fyri U17- og U19-landslið, umframt at leggjast kunnu ætlanir um víðkað virksemi fyri bæði ungdómslandsliðini og A-landsliðini.
– Tað er júst grundarlagið fyri hesum, sum verður tryggjað við avtalunum millum okkum øðrumegin og Eik Banka og Atlantsflog hinumegin. So er bara upp til okkum at skapa úrslitini, sigur Magnus Tausen.
– Vit í Flogbóltssambandinum eru ógvuliga fegin um, at tvær av fremstu fyritøkum í landinum stuðla framhaldandi virksemi okkara, sjálvt um tíðirnar eru fíggjarliga truplar. Júst í tíðum sum hesum munar hollur stuðul mest, og tað takka vit sjálvandi fyri.