Flúgvandi kekkar

Dysturin millum Holland og Kekkia leygarkvøldið man óivað verið besta dysturin higartil í EM-endaspælinum í Portugal. Hinvegin var hin dysturin í bólki B millum Týskland og Letland eitt satt vónbrot leikliga, men lettar vóru ovurfegnir, tí teir fingu javnleik, og tað var óvæntað.

Hóast týskarar á pappírinum høvdu ein lættan dyst móti , eydnaðist tað teimum ikki at fáa øll trý stigini. Hinvegin vístu kekkar, at teir hava eitt sera sterkt lið, tá ið teir komu frá at verða aftan fyri 0-2 upp á 3-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum móti Hollandi.

Tamir týskarar
Fyrsti dysturin leygardagin var millum Týskland og Letland, og enn einaferð prógvaðu lettar, at teir eru ikki fyri ongum. Hóast týskarar høvdu bóltin nógv, so var tað ikki serliga ofta, at teir gjørdust veruliga vandamiklir. Bólturin bleiv sum oftast koyrdur runt á miðvøllinum, og tað var ikki ofta, at teir báðir áleypararnir, Fredi Bobic og Kevin Kuranyi, av álvara hóttu lettiska málið. Heldur komu hóttaninar av miðvøllinum, har eitt nú Michael Ballack royndi seg við nøkrum skotum.
Lettarnir vóru tó ikki heilt vandaleysir, og serliga tann lítli og kviki framherjin, Verpakovskis, gav týsku verjuleikarunum grá hár í høvdið. Fyrstu løtuna av dystinum royndi Týskland at trýsta, men lettar komu spakuligani inn í dystin, og fleiri ferðir lógu teir framvið. Størsta málmøguleikan í fyrra hálvleiki áttu lettar eisini, tá ið Verpakovskis stutt fyri hálvleik av miðjum vølli rann frá trimum verjuleikarum, men tá ið hann kom einsamallur við Oliver Kahn, var skotroyndin ikki nóg góð, og týski málverjin bjargaði lættliga.
Í hálvleikinum kom ungi Bayern München leikarin, Sebastian Schweinsteiger, á vøllin, og tað gav álopsspælinum hjá Týsklandi eitt sindur meira bit. Framvegis komu týskarar næstan ikki til opnar málmøguleikar, meðan Letland í hinum endanum helst bleiv snýtt fyri eitt brotsspark, tá ið Baumann feldi Verpakovskis.
Móti endanum av dystinum var talan fyri tað mesta um eitt langt týskt álop, men tað nærmasta týskarar komu einum máli, var tá ið innskifti Miroslav Klose í yvirtíðini skallaði framvið málinum.
Tá ið dómarin so stutt eftir bríkslaði fyri seinastu ferð, vóru tað nakrir ovurfegnir lettar, ið lupu um hálsin á hvørjum øðrum, tí teir høvdu ognað sær eitt stig í EM-endaspælinum, og tað eru tað ikki nógv, sum høvdu væntað.

Hollendskt vónbrot
Tað vóru kekkarnir, ið byrjaðu best, tá ið dysturin millum Holland og Kekkia bleiv blástur íg gongd. Longu í fyrsta minutti var Koller nær við, men skotið hjá honum fór uppum. Ístaðin vóru tað hollendingarnir, sum løgdu seg á odda longu, tá ið fýra minuttir vóru leiktir. Arjen Robben sendi eitt fríspark úr høgru síðu væl innfyri, og við handaru stong var verjuleikarin, Bouma, klárur, og hann skallaði bóltin í mál til 1-0.
Hollendingarnir høvdu fleiri vandamiklar atsóknir á kekkiska málið næstu løtuna, og Clarence Seedorf var tvær ferðir nær við at økja um leiðsluna. Teir fingu tó eitt mál afturat stutt eftir, tá ið Ruud van Nistelroy fekk eina tvøravlevering frá Arjen Robben, og so var 2-0. Nú tóktist, sum um Holland hevði fult tamarhald, men so gjørdi liðskipari teirra, Philip Cocu, eitt mistak, sum loyvdi kekkum inn aftur í dystin. Cocu sendi eina avlevering beint í føturnar á Milan Baros, sum rann oman í hollendska brotsteigin, áðrenn hann serveraði bóltin fyri Jan Koller, sum skoraði til 1-2, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki helt flótandi álopsspælið fram, og bæði liðini høvdu fleiri góðar møguleikar, men bæði Edwin van der Saar í hollendska málinum og Petr Cech í kekkiska málinum høvdu ein góðan dag.
Um miðjan seinna hálvleiki skifti Holland unga Arjen van Robben út, og setti Paul Bosvelt, ið er meiri verjukendur leikari, inn ístaðin. Hetta var rættuliga óvæntað, tí Robben hevði verið framúr góður, og hevði millum annað lagt upp til bæði hollendsku málini. Tað vísti seg eisini, at eftir hesa útskifting fingu kekkar størri og størri yvirvág. Tað gekk heldur ikki long tíð, so javnaðu kekkar. Pavel Nedved sendi innfyri, og Koller legði við bringuni bóltin fyri føturnar á Milan Baros, sum smekkaði bóltin í mál til 2-2.
Holland var nær við at leggja seg á odda aftur, men Cech bjargaði væl við beinunum, tá ið Andy van der Meyde royndi seg. Løtu seinni fekk Holland ein mann riknan av vølli, og tað bøtti ikki um umstøðurnar hjá teimum appelsinlittu. Tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, tá ið avgerðin fall. Karel Poborsky sendi ein bólt inn í hollendska brotsteigin, og nær málinum var Vladimir Smicer á rætta staðnum og skoraði sigursmálið, sum tryggjaði kekkunum fyrstaplássið í bólkinum og atgongumerki til fjórðingsfinalurnar.

Týskland-Letland 0-0 (0-0)

Holland-Kekkia 2-3 (2-1)
1-0 Bouma
2-0 Ruud van Nistelrooy
2-1 Jan Koller
2-2 Milan Baros
2-3 Vladimir Smicer