(Barcelona) Sunnumorgunin kl. 7.30 fór eitt fullsett Airbus flogfar hjá Atlantsflogi úr Vágum við kós ímóti spanska býnum Barcelona. Hetta var fyrsta rutuflúgvingin hjá Atlantsflogi suður í Europa, og næstu mánaðirnar flýgur Atlantsflog hvønn sunnudag millum Føroyar og Barcelona.
Ferðafólkini hendan dagin fóru frá gráum og ráum veðri við sjey hitastigum, og minni enn fýra tímar seinni kundu fólk spaka í 25 hitastigum í miðbýnum í Barcelona.
- Hetta er ein stórur dagur fyri Atlantsflog og fyri Føroyar, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.
- Vit hava onkuntíð áður flogið til Barcelona, men hetta er fyrsta rutuferðin, og hetta er fyrstu ferð, at vit kunnu flúgva til Barcelona og heimaftur uttan at millumlenda fyri at taka olju. At vit kunnu flúgva beinleiðis uttan steðg ger tað meira økonmiskt hjá okkum at flúgva, og at nýggja flogfarið tekur fleiri ferðafólk enn tey hini ger, at vit eisini kunnu bjóða kappingarførar prísir á farleiðini.
Nevndarformaðurin í Atlantsflogi fegnaðist eisini um nýggju farleiðina.
- Hetta gevur okkara kundum eina munandi betri tænastu, og hetta er ein spennandi avbjóðing fyri bæði Atlantsflog og føroyska ferðavinnu, sigur Bjarni Askham Bjarnason.
- Umframt at hetta gevur føroyingum ein heilt nýggjan møguleika at ferðast suður í Europa, so er tað eisini sera spennandi at hugsa um, at vit kunnu fáa fleiri ferðafólk til Føroya við hesi flúgvingini, sigur hann.
Góða móttøku
Tað merktist umborð á flogfarinum, at hetta var ein søgulig løta. Lagið var gott á fólki, hóast tað var tíðliga sunnumorgun, prátið gekk væl, og fólk hugnaðu sær. Magni Arge helt eisini eina stutta talu fyri ferðafólkunum, áðrenn hann bjóðaði sjampanju og kransakøku.
Tá ið Airbus flogfarið lendi í Barcelona, tóku tveir brandbilar ímóti og sproytaðu flogfarið undir í vatni. Í terminalinum vóru eisini umboð fyri flogvøllin og heilsaðu upp á føroysku gestirnar, sum nú verða nógvir í tali á flogvøllinum.
- Kenslan er, at heimurin er komin nærri okkum, tá ið tað ber til at koma til eina slíka destinatión upp á so stutta tíð. Hetta letur eisini upp ein nýggjan heim fyri okkum, tá ið vit tosa um ferðamynstur –bæði tá ið tað snýr seg um at flúgva føroyingar suðureftir, og eisini tá tað snýr seg um at byggja upp eina ferðavinnu við fólkum úr suðureuropa, sigur Magni Arge.
Ger meira burturúr
Undirtøkan fyri Barcelona-flúgvingini hjá Atlantsflogi hevur verið sera góð, og tað er við at verða útselt fyri summarið á hesi farleið.
- Vit halda, at tað er grundarlag fyri at víðka flúgvingina til Barcelona næsta ár. Vit hugsa um at byrja tíðliga í juni og leingja flúgvingina heilt út í oktober mánað næsta ár. Feriutíðin hjá spaniólum er út í hálvan september mánað, og vit vita, at tað eru eisini nógvir føroyingar, sum vilja út at ferðast í oktober mánaði, sigur Magni Arge.
- Vit ætla at leggja okkum eftir at fáa fólk úr norðurspania til Føroya at ferðast. Í ár hava vit ikki selt so nógvar ferðaseðlar til spaniólar, men nú kunnu vit veruliga fara út og selja hesa farleiðina til komandi ár og kunna vísa á, at vit longu hava flogið eina sesong millum Føroyar og Barcelona.
Nýggj farleið
Góða undirtøkan fyri Barcelona-farleiðini hevur givið Atlantslflogi mót upp á at flúgva meira suður í Europa.
- Nú skulu vit eisini hyggja eftir øðrum ferðamálum suðureftir – serliga í skúlaferiuni - tí áhugin hevur verið so stórur, at vit saktans kundu fylt eitt flogfar afturat. Spurningurin er so, hvør destinatión tað so skal verða, og í løtuni sita vit og meta um, hvør tað skuldi verið okkurt stað í Italia, Fraklandi, Portugal ella onkra aðrastaðni í Spania, sigur Magni Arge.
- Vit skulu finna fram til, hvar føroyingar hava hug at ferðast, men eisini hugsa um, hvaðani vit kunnu fáa fleiri ferðafólk til Føroya.