Atlantsflog flýgur í morgin, týsdagin, klokkan 9 til Reykjavíkar og til Glasgow klokkan 10.
Donsku loftferðslumyndugleikarnir boða í kvøld frá, at batar eru at hóma í støðuni. Í morgin tíðliga opna teir loftrúmið niður til 6 km hædd, men undir har er framvegis stongt.
Av tí sama verður eingin flogferðsla til Danmarkar týsdagin fyrrapart. Møguleiki er tó fyri, at onkur túrur kann gerast seinnapartin, og verða nærri boð at frætta um hetta í morgin, týsdagin klokkan 10.
Túrurin til Íslands í morgin verður tó flogin. RC1401 til Reykjavíkar væntast at fara úr Vágum kl 09:00
Eisini flýgur Atlantsflog ein túr til Glasgow. RC1414 til Glasgow væntast at fara úr Vágum kl 10:00. RC1415 væntast at fara úr Glasgow kl 13:00
Ferðafólk verða biðin um at møta til túrin í góðari tíð.










