Atlantsflog fer komandi summar at flúgva til París í Fraklandi. Hesum boðaði føroyska flogfelagið frá í gjár, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sær nógvar møguleikar við nýggja ferðamálinum.
- Vit halda, París er eitt sera spennandi ferðamál, og vit síggja møguleikar fyri at bjóða føroyingum at flúgva beinleiðis til franska høvuðsstaðin. Harumframt verður eisini møguleiki at ferðast víðari frá París til nógvar aðrar býir í heiminum, sigur Jóhanna á Bergi í samrøðu við FM1.
- Vit síggja eisini stórar møguleikar í at ferðafólk kunnu koma beinleiðis frá París til Føroya, leggur Atlantsflog-stjórin aftrat.
Atlantsflog boðaði í september frá, at føroyska flogfelagið fór at flúgva til Amsterdam komandi summar. Men hetta verður av ongum, kortini, tí hollendsku myndugleikarnir hava sett mark fyri, hvussu nógv flogfør kunnu fara og koma um flogvøllin í Amsterdam. Atlantsflog hevði hugt eftir fleiri ymsum ferðamálum í Evropa, har fyrsta valið var Amsterdam, meðan seinna raðfestingin var París. Men Atlantic Airways fekk ikki pláss í Amsterdam kortini, og tí hava tey valt París í staðin fyri, upplýsir Jóhanna á Bergi.
Hon meinar ikki, at útlendskir ferðaagentar fara at hava trupult við at fáa greiðu á, hvar Atlantic Airways flýgur, hóast broytingar hava verið í ferðamálunum.
- Vit hava havt ymisk ferðamál, sum vit hava flogið til í fleiri ár, sigur Jóhanna á Bergi og vísir á Barcelona, Edinburg, Reykjavík og Keypmannahavn.
- So vit hava verið øgiliga trúgv á teimum ymsu rutunum, vit hava, men so royna vit at gera okkurt nýtt, og tað gera vit hesu ferð við París.
Atlantsflog byrjar at flúgva til París 1. juli næsta ár, og tað verur flogið til franska høvuðsstaðin í øllum førum líka til ársenda. Tríggir túrar eru settir av um vikuna til París-rutuna inntil heystferiuna. Tá verður flogið mánadag, mikudag og fríggjadag. Eftir heystferiuna verður flogið mánadag og fríggjadag. Tá árið er liðugt fer Atlantsflog at eftirmeta, hvussu nýggja ferðamálið skal halda fram.