Flúgva skjótt aftur

Vánaligt sýni og útsynningur, sum gevur mjørka í Vágum eru orsøkirnar til, at ólag hevur verið á floigferðsluni í dag. Nokkso fitt av vindi er.

Atlantsflog væntar, at alt kemur í rættlag út móti kvøldinum.

Eitt flogfar úr Keypmannahavn skuldi lenda í Vágum klokkan 14. Hetta flogfarið fór til Egilstaðar í Íslandi, og tað verður væntandi í Vágum klokkan 17.10.

Eitt leigflogfar stendur í Bergen og bíðar. Tað er væntað í Vágum klokkan 17.

Tá ið tey flogførini eru komin, fer flogfarið, sum skuldi fara úr Føroyum klokkan 14.45.

Alt er tó treytað av, at sýnið batnar.