Flúgva nú lægri

Hóast úrslitið fyrstu níggju mánaðirnar er positivt, er ikki óhugsandi, at seinasti ársfjórðingurin máðar avlopið burtur. Tað sigur Magni Arge, stjóri, nú Atlantic Airways hevur almannakunngjørt roknskapin fyri triðja ársfjórðing.

Úrslitið fyri triðja ársfjórðing vísir eitt hall upp á 4,4 milliónir fyri skatt. Samlað fyri fyrstu níggju mánaðirnar er talan um avlop upp á 7,8 mió kr. fyri skatt.

Flogferðsluvinnan kring allan heim merkir kreppuna, sum er, og hjá Atlantic Airways merkir hetta, at seglini nú verða repað nakað. Eitt nú eru boðini, at talið av flogførum í flotanum verður lækkað úr teimum sjey, sum vóru í rakstri í summar, til væntandi fýra flogfør í 2010.

Úrslitið á grundrakstrinum var 14,6 mió. kr. triðja ársfjórðing samanborið við 37,9 mió. kr. triðja ársfjórðing í fjør. Inntøkurnar fyrstu níggju mánaðirnar í ár vóru 319,2 mió. kr. ella 26 prosent lægri enn somu tíð í fjør, tá tær vóru 428,9 mió. kr.

- Óhugsandi er ikki, at hallið fjórða ársfjórðing verður á leið tað sama sum avlopið fyrstuníggju mánaðirnar, og tí kann endaúrslitið í ár gerast soltið. Tað er steinur oman á byrðu, at Vága Floghavn júst hevur hækkað prísirnar munandi á stórt sæð øllum tænastuøkjum, sigur Magni Arge í tíðindaskrivi.

Eginognin hjá felagnum var 226 mió. kr. tann 30. september og solvensprosentið 51. Tøki peningurin var 105 mió. kr. 30. september 2009, meðan langfreistaða

skuldin var 136 mió. kr.