SAS gevst at flúgva til Aalborg fyribils aftan á óhappið seinnapartin í gjár Serfrøðingar hjá donsku skaðanevndini hava alla nátt kannað SAS-flogfarið, sum neyðlendi á flogvøllinum í Aalborg seinnapartin í gjár.
SAS gjørdi beinan vegin av at steðga allari flúgving til Aalborg, men hini flogfeløgini hava tikið flúgvingina uppaftur.
11 fólk vórðu flutt á sjúkrahús aftan á óhappið í gjár. Fimm teirra liggja framvegis á sjúkrahúsinum, men tey sleppa ætlandi heim seinnapartin í dag, sigur SAS.
69 ferðafólk vóru við flogfarinum, sum kom úr Keypmannahavn.