Flúgva fyri lívinum

Hevur arbeiðið at gera flogbreytir í Tanzania yvirhøvur nakað við missión at gera? Spyrt tú MAF-trúboðaran, Allan Conrad er svarið eitt greitt ja: - Vit ynskja at vísa kærleika og umsorgan til menniskju í andaligari og likamligari neyð, eisini í økjum har ringt er at sleppa til!

Hóast danin Allan Conrad er komin nakað upp í árini, sæst tað ikki á nakran hátt aftur í ídni hansara fyri felagsskapin MAF - Mission Aviation Fellowship. Ein av høvuðsuppgávum hansara hevur verið at gera flogbreytir til flogførini hjá MAF ymsastaðni í Afrika. Á henda hátt skapar ein umstøður fyri, at trúboðarar, starvsfólk innan heilsu og sjúkraviðgerð kunnu koma bæði skjótt fram á rætta stað og røkka munandi longri út við tænastu síni.

Við flogførum sínum kunnu tey vera á einum illa framkomandi staði - ella als ikki framkomandi staði!! - eftir t.d. einum hálvum tíma, meðan ein tilsvarandi ferð við bili hevði tikið 6-7 tímar hvønn vegin eftir vegum, sum neyvan kunnu kallast vegir!

- Á henda hátt verður arbeiðið munandi effektivari, tí starvsfólkini kunnu koma skjótt á staðið og heimaftur til aðrar uppgávur sama dag, greiðir Allan frá.

Hann er í hesum døgum á vitjan í Føroyum, har hann í missiónshúsum og samkomuhúsum skal greiða frá arbeiðinum hjá MAF og gera virksemið hjá honum kend manna millum.

Hesin felagsskapurin hevur føroyska deild, men er, sum Allan tekur til: "kendur kring allan heimin fyri at gera seg sjálvan alt ov lítið kendan!".


Samantvinna trúgv og arbeiði

MAF arbeiðir víða hvar, og hevur umleið 600 fólk knýtt at sær í 30 u-londum, 200 flogskiparar og 130 flogfør í virknari tænastu. Sjeynda hvønn minutt fer eitt MAF-flogfar á flog onkustaðni á knøttinum.

Endamálið er at geva gleðiboðskapinum veingir, við at víðka um arbeiðsøkini hjá kirkjunum og humaniterum felagsskapum, soleiðis at so mong menniskju sum gjørligt kunnu sleppa at hoyra gleðiboðskapin og annars fáa hjálp av ymiskum slagi í tøkum tíma.

- Tí er tað ikki uttan orsøk at vit siga, at MAF flýgur fyri lívinum. Tað er Jesu Kristi kærleiki sum drívur okkum til hesa tænastuna.

- Hann vísti fyrst sín kærleika ímóti okkum. Nú fáa vit møguleika at geva hann víðari til onnur. Okkara hægsta ynski er at geva gleðiboðskapinum veingir, slær Allan Conrad fast og vísir til búmerkið hjá felagsskapinum: Ein opin Bíblia millum veingirnar á einum flogfari.

Allan er sjálvur í starvi innan tað, tey nevna "Airstrip Developer", men kristnu trúnna goymir hann ikki burtur, tá hann er til arbeiðis.

- Tá flogbreytin er liðug og tikin í nýtslu, fær bygdin eisini vitjan av einum evangelisti. Sjálvur royni eg at samantvinna arbeiðið við flogbreytini við tað, sum eg føli meg mest kallaðan til: At boða teimum tann kristna boðskapin, sigur Allan avgjørdur.