Atlantsflog fer í heyst undir rutuflúgving millum Keypmannahavn og Napoli í Italiat. Flogið verður leygardagar - fyrstu ferð 08. september og í fyrstu atløgu fram til 13. oktober.
Tað ber eisini væl til at seta saman eina ferð við Atlantsflog allan vegin úr Føroyum til Napoli og heimaftur til Føroya. Farið verður tá úr Vágum fríggjadag seinnapart og víðari við Atlantsflog til Napoli leygarmorgun. Á heimferðini ber til at flúgva heimaftur úr Napoli á middegi umvegis Keypmannahavn og til Føroya leygarkvøld.
Napoli er í sjálvum sær ein spennandi býur, men beint við eru eisini nógv onnur spennandi støð. Eitt nú Pompeji, Herkulaneum, Sorrento, oyggin Capri og Amalfi strondin.
Hoyrið samrøðu við Magna Arge, stjóra í Atlantsflog, niðanfyri