Umframt at halda fram við Barcelona-rutuni fer Atlantic Airways nú eisini at flúgva beinleiðis til Milano.
Á heimasíðu sínari skrivar Atlantic Airways, at rutunetið í summar eisini fevnir um ferð millum Vágar og Milano. Flogið verður hvønn leygardag í tíðarskeiðinum frá 29. juni til 24. august.
Hartil heldur felagið fast um rutuna til Barcelona, ið varð roynd í ár, eftir at felagið ognaði sær Airbus 319-flogfarið. Flogið verður til Barcelona hvønn sunnudag í tíðarskeiðnum frá 9. juni til 1. september.










