Flúgva aftur til Íslands

Íslendsku myndugleikarnir loyva nú aftur flogførum at brúka altjóða flogvøllin í Keflavík. Flogvøllurin bleiv stongdur í morgun orsakað av gosinum í Eyjafjallajøkli. Tað gjørdei, at fleiri flogfør, sum vóru á veg til Íslands, máttu seta seg aðrastaðni at bíða. Eitt nú hava flogfør staðið og bíðað í Boston í USA og í Glasgow í Skotlandi.

Samstundis hava myndugleikarnir latið ringvegin á Suðurlandinum uppaftur.

Gosið í Eyjafjallajøkli byrjaði beint fyri midnátt í gjárkvøldð, og umleið 600 fólk eru síðani flutt burtur haðani.

Hetta er fyrstu ferð síðani 1823, at gos er í Eyjafjallajøkli.