Loftrúmið er opið aftur í morign tíðliga, og tí verður flúgvingin hjá Atlantsflog tikin uppaftur.
Danskir myndugleikar boða nú frá, at føroyskt loftrúm er opið í morgin tíðliga.
Hetta merkir at flúgvingin verður uppaftur tikin.
Fráferðir verða hesar:
RC450 til Keypmannahavnar væntast at fara kl 0815
RC1450 til Keypmannahavnar væntast at fara kl 0900
Annars fara flogførini til vanliga tíð.
Komur verða hesar:
RC2459 úr Keypmannahavn, sum hevur staðið í Bergen, væntast at koma kl 0800
RC1453 úr Keypmannahavn væntast at koma kl 1435
Annars koma flogførini til vanliga tíð
Atlantsflog sigur, at ferðafólk verða biðin um at kanna, hvørjum flogfari tey eru við inni á www.atlantic.fo við at trýsta á leinkjuna ´Kanna bílegging´