"Flúgv" við Tornado á Runavíkini

Nógv ymiskt er á skánni á mentanarvikuni, sum verður í Runavíkarøkinum, tá vinnustevnan Faroexpo verður hildin.

Eitt øðrvísi og spennandi høvi verður fríggjakvøldið 28. oktober millum klokkan 18 og 21. Tá verður nevniliga høvi hjá fólki eitt nú at royna skjóttgangandi bátin, Tornado.

Tað er felagið RIB62, sum skipar fyri. Felagið hevur sum endamál at geva fólki ógloymandi upplivingar á sjógvi og landi á ein meiri avbjóðandi hátt.

Sum høvuðsamboð í hesum hava tey skjóttgangandi báturin, Tornado, sum næstan "flýgur" - meiri enn siglir - eftir havinum.