Summi støð eru ógvuliga týðulig, og onnur eru eitt sindur óklár. Stórbýir eru ógvuliga klárir, og til ber at síggja hús og vegir har ein gekk á seinastu feriuni.
Myndirnar verða ikki tiknar samstundis sum tú hyggur, men tær eru tiknar frammanundan. Til dømis er tað ikki nátt nakrastaðni á Google Earth, sum tað annars hevði verið.
Google Earth er sera einkult at brúka, og tað einasta tær nýtist at gera, er at fara inn á heimasíðuna earth.google.com og ladda forritið niður á tína teldu.










