Flúgv aftur og fram til Danmarkar fyri 840 krónur

Kronikk

Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og harvið eru vit eisini ES borgarar við reyðum passi eins og grikkar, spaniólar, fraklendingar, polakkar og írar. Uttan mun til hvar vit annars áttu at ligið reint tjóðskaparliga, er hetta eitt faktum ella ein óreingiligur veruleiki. Hetta merkir, at vit eiga øll somu rættindi sum aðrir ES borgarar eiga. Tað einasta sum liggur í millum at gerast ein partur av tí risastóru menning sum fer fram niðri á evropeiska meginlandinum, er farleiðin millum Føroyar og Danmark.

 

Amerikanarar hava eitt sigandi hugtak. Teir siga: “ Um tú hugsar sum tú altíð hevur gjørt, so verður tað sum tað altíð hevur verið.”

 

Hvat um vit føroyingar vendu øllum á høvdið, snaraðu 180 stig og fóru at hugsa heilt øðrvísi um okkara flogsamband út í heim, sum gongur niður til Danmarkar. Eg meini, at vit skulu leggja alla siðbundna hugsan til viks og leggja heilt nýggja tankar fram á borðið.

 

Vit kundu lagt út við at sagt, at tað skal ikki verða dýrari hjá føroyskum ríkisborgarunum í danska kongaríkinum at komið til høvuðsstaðin í móðurlandinum úr Føroyum enn tað er hjá eitt nú okkara frændum, sum búgva í Skagen. Hetta er høvuðsprinsippið aftanfyri nýhugsanina.

 

Um tú fer inn á heimasíðuna hjá donsku statsbanunum HYPERLINK "http://www.dsb.dk" www.dsb.dk so sæst har, at fyri ein vanliga ferðaseðil úr Skagen til Keypmannahavnar og aftur rindar skagenbúgvin 840 krónur, tá er sitiplássið íroknað.

 

Ein ferðaseðil loftvegis úr Vágum til Keypmannahavnar átti ikki at kosta eina krónu meira enn hetta.

Tað eigur ikki at vera dýrari hjá føroyingum enn hjá teimum dønum, sum búgva fjarast frá Keypmannahavn í Danmark at koma til høvuðsstaðin.

 

Og hvussu kunnu vit koma til hetta. Jú farleiðin millum Vágar og Keypmannahavn eigur at vera ein íløga í framtíðina á sama hátt sum ein tunnil undir Skopunarfjørð. Í fyrstu atløgu gevur hon ikki yvirskot, men økta flogferðslan fer at smitta av sær á so mongum økjum í samfelagnum og ikki minst fyri trivnaðin hjá føroyingum. Landið eigur aftur at yvirtaka privata triðingin í okkara flogfelag og bera tað hall, sum niðursettu ferðaseðlar bera við sær í fyrstu atløgu.

 

Um høvusðmenningin í Suðurstreymi um 30 ár verður í Sandoynni, so er skilagott at gera undirsjóvartunnilin nú. Um bíligir ferðaseðlar fara at skapa eina heilt nýggja menning hjá føroyingum, og eina heilt nýggja mentan, har okkara avbyrgda fjarstøða verður skumpað til viks, so kemur hetta at geva hallið av sjálvum flogfelagnum inn aftur í ólukkumát í framtíðini.

 

Tað fer at bera til hjá føroyingum at pendla niður á meginlandið til arbeiðis og ferðast heim í vikuskiftunum. Tað fer at bera til at fáa nógv tættari samband millum føroyingar og teir 20.000 landsmenninar, sum búgva í Danmark. Tað fer at gera tað munandi lættari og økja um tvivnaðin hjá teimum tusundtals unglingum, sum lesa í Danmark.

 

Tú kann siga, at eg eri ein droymari, men eg eri ikki tann einasti. (Leysliga eftir John Lennon) Tað ber til at flúgva bíliga. Í Singapore, har eg búði í nøkur ár, stovnaði almenna flogfelagið Singapore Airlines eitt dóttirfelag sum eitur Tigerairways. Hetta felag flýgur fleiri ferðir um dagin til høvuðsbýirnar í fjareystri og ferðaseðilin liggum millum 200 - 300 krónur aftur og fram. Tit kunnu sjálvi fara inn á heimasíðuna hjá hesum felag og hyggja eftir. Prísirnir eru uppgivnir í singaporedollarum og fyri at fáa danska prísir, so er at ganga við fýra. Heimasíðan eitur: HYPERLINK "http://www.tigerairways.com" www.tigerairways.com

 

 

Hetta ber veruliga til.

 

Størsta skandalan føroyingar nakrantíð hava gjørt innan flogferðslu var at privatiserað ein triðing av Atlantic Airways. Tað er sligið fast við sjeytumma seymi, at tað er ikki pláss fyri tveimun feløgum á rutuni. Superkaptalistiska fyritøkan Maersk sá hetta og sama gjørdi Faroe-jet. Tað merkir, at tað felagið sum vinnir kappingina hevur monopolstøðu. Hetta ger einki, soleingi sum felagið er alment. Men tá ið tað gerst privat er støðan ein heilt onnur.

Christian Andreassen nevndarformaður og Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways hava einans eina høvuðsuppgávu, og hon er at geva partaeigarunum so stórt avkast sum gjørligt. Tað er sjálvasta endamálið við partabrøvum. Og tá ið felagið er í monopolstøðu, so er tað bara ein, sum skal gjalda rokningina fyri hetta avkast, og tað er vanligi føroyingurin. Her er ongin sunn kapping, sum kundi verið til gagns fyri brúkaran. Og vit vita, at við kapping hevði ferðaseðilin verið munandi bíligari, tí er er hann alt ov dýrur í dag.

Hetta merkir, at soleingi sum Atlantic Airways er privat, so verða føroyingar noyddir at rinda ein alt ov dýran ferðaseðil út í heim, og tað er ein kleppur um beinini á føroyingum, nú vit liva mitt í eini alheimsgerð, har góðir og bíligir ferðaseðlar eru ein fortreyt fyri menning.

 

Ein ferðaseðil, sum kann eitt sindur meira enn teir bíligastu á føroyaleiðini, kostar 5000 krónur aftur og fram. Hetta er líka dýrt sum ein ferðaseðil til Singapore, sum er bílagdur í góðari tíð. Tú sleppir úr Danmark og til USA fyri undir 3000 krónur. Hetta kann ikki verða rætt.

Tankin er ikki heilt nýggjur í Føroyum. Vit hava eitt nú eina tyrlutænastu í Føroyum. Ferðaseðilin fíggjar ikki hesa flúgving. Uttan almennan pening høvdu vit ongan tyrluflutning til útoyggjar í Føroyum. Okkara høvuðsstaður er farin so langt at bjóða ókeypis busskoyring.

Við ferðaseðlum undir 1000 kr. aftur og fram úr Føroyum ber til at fylla flogfør og eitt fult ella vælfylt flogfar er rakstaliga forsvarligt uttan mun til um tað flýgur í fjareystri ella í norðuratlantahavi. Tað ber til hjá tigerairways, tað eigur at bera til hjá Atlantic Airways.

Føroyingar eru at líkna við útoyggjafólk í mun til stóra meginlandið fyri sunnan. Tí er tað neyðugt, at almennu Føroyar slóðað fyri, at seinasta forðingin fyri at vit kunnu gerast alheimsborgarar verður ruddað av vegnum.

 

Eg veit væl at hesir tankar skulu tyggjast eitt sindur.

Landsstýrið kann byrja við at taka skattin av ferðaseðlunum og oljuavgjaldið burtur beinanvegin. Tað munar í stundini. Landskassin eigur als ikki at beinleiðis av vinna pening burtur úr farleiðini loftvegis til Danmarkar, heldur enn at teir beinleiðis vinna pening burtur úr almennu vegunum oman sjóvarmálan í Føroyum.

 

Hetta er ikki ørt, hugsið um tað og lat okkum fáa eitt tjak um málið.