Fløguummælini hesa vikuna

..

Mark Knopfler


Golden Heart


Mark Knopfler kenna mong úr bólkinum Dire Straits, har hann er dugnaligi guitarleikarin við pannibandinum. Hóast summi halda hann ikki síggja út, sum leggur hann petti í nakað sum helst, so er hann leiðarin í bólkinum og drívmegin. Bæði innan skriving og ikki minst, tá swing skal fáast í tónlekin. Tá er guitarspæl hansara av alstórum týdningi.

Hóast fløgan Golden Heart er frá 1996, so er enn ein søluherferð í gongd. Men tað ger einki. Hann hevur givið út fløgur sjálvur við eydnu og hevur eisini gjørt góðan filmtónleik.

Á Golden Heart finna vit góðan tónleik, ið javnvigar. Róligur, men als ikki keðiligur. Tað svingar óført, hóast talan ikki er um tónleikarar, ið gera tær stóru rørslurnar. Her er nevniliga ikki talan um rørslur, men um dugnaskap. Dygd. Tónleik, rætt og slætt.

Og Mark er óivað ein maður við hjartanum á rætta stað. Skemtiligur er t.d. teksturin um fyrrverandi forsetafrúuna Imeldu Marcos. Kona einaræðisráðharran Ferdinand. Hon gjørdist kend fyri at eiga skógvar í túsundtal, meðan fólkið hugraði.

Mark syngur í sanginum Imelda um hana og fegnu handilsmenninar, ið fáa hana innar í handlin. Um øll sløgini av skóm, hon vil hava og " They fill a bucket up and laugh behind her back" og "All the poor people saying that they gotta quit paying for you".

Ein fín fløga.





Oasis

Standing on the shoulder of giants


Oasis eru aftur, nú vit skriva ár 2000. Heimskendir og fyri góð løg, ið kunnu larma, men tó ljóma væl. Heimskendir fyri ymsar skandalur eisini.

Lagt verður út við meira ella minni instrumentala lagnum Fuckin' in the bushes. So vita vit nøkulunda hvar vit eru og hvat er at vænta.

Tó, ein góð og sterk fløga í rætta Oasis stílinum. Bara tað, at ein kann tosa um egnan stíl, sigur ikki einki um bólkin, sum áður hevur verið sammettur við The Beatles. Kanska tað hoyrist í støðum á hesi fløguni eisini.

Noel Gallagher hevur skrivað nærum øll løgini og orðini. Hann hevur eisini produserað saman við Mark "spike" Stent. Liam Gallagher hevur skrivað eitt lag.

Hóast mong kanska bóru banga fyri villu manningini í bólkinum, og at hetta fór at beina fyri bólkinum, so er enn ein glotti fyri framman.

Ein fløga ið prógvar, at enn eru knotur í Oasis.





Aqua

Aquarius


Aqua eru aftur á breytini. Kanska sterkari enn nakrantíð.

Ein techno bólkur. Fjas, ið letur teldurnar gera arbeiðið.

Ja, mong hava orðini verið frá teimum, ið halda seg hava skil fyri tónleiki.

Teldur ella ikki. Aqua er sterkasta boð, ið danir eiga. Ikki tað dyggasta, skal ein røða um tónleikasnildi og mergjaðan og innviklaðan tónleik. Men nakað, ið treingir beint inn hjá fólki kring allan knøttin. Hvørt tað so bert fer inn ígjøgnum oyruni og inn í knøttin, ella tað klárar at røra hjørtuni eisini, skal ikki metast um her. Men inn fer tað.

Melodiøst, so tað stendur eftir. Og at akkordirnar so eru tær somu allan sangin ígjøgnum, enntá uttan at býta pláss, er ein fyrimunur, tí tær verða bukaðar so hjartaliga uppá pláss, so vit minnast tær í svøvni.

Men tað er nakað gott og avslappað við at koyra t.d. Aqua í fløguspælaran. Og øll tey, ið møguliga hildu, at Aqua var ein einasta fløga og ikki meira, mugu nú geva upp. Bólkurin er úti við góðari og sera melodiøsari fløgu. Eisini verður koyrt líka hart uppá "image" og tað ger ofta góðan mun.

Aqua hava prógvað, at dugur er í, um enn talan er um annað enn guitarar og trummur, men teldur og forrit. Nútíðin er teirra og ikki fyri ummælarar, ið minnast LP-pláturnar.

Tað skal sigast: Ein góð fløga frá Aqua, ið her staðfesta seg.