Kular røtur er ein rættiliga pedagogisk barnafløga. Fyri tað mesta fitt, hóast hon leggur út við blues-rocki og ?Bilinum hjá okkum?. Og so yvir í latínskt svingandi ?Vera?, har ávirkanin frá trummuleikaranum Høgna Klakstein er eyðsýnd. Høgni Klakstein og Ingi Isaksen hava lagt meginpartin av tónleikinum til rættis. Og hondverkið er frálíkt.
Gitið man skal helst sjálvur eiga børn fyri at halda alt á Kula Røtur er spennandi úr enda í annan. Í so máta er ummælarin ið hvussu er diskvalifiseraður.
Mest tíðarhóskandi til hálvgamlan mann er lagið ?20 robottar?, har Steintór lyftur sín moralska peikifingur móti matriellu yvirflóðini við ?monstermonnum, legomonnum, batmonnum og spidermonnum?, og har niðurlagið er: ?Men veist tú hvat eg ynski mær mest/At eg kundi havt tað líka sum tú.?
Fitt barnafløga til fitt børn.