Fløguummæli - I Am

útgevari: 3-arin.

Ambitiøst fyrsta útspæl frá gospelbólkinum úr Klaksvík við fløguni ?Cast?.

Hon hevur verið leingi ávegis, og nú rakti hon so beint í jólasøluna ? nýggja, spennandi útspælið frá I am. Hetta er uttan iva eisini best marknaðarførda føroyska fløgan hesi jólini við lýsingum í SvF, stórum plakatum á húsaveggjum o.s.fr.

Hvat fær lurtarin so? Jú, ein væl úr hondum greidda produktión, rótfest í 80?ara rocktraditiónini við onkrari rættiliga væleydnaðari útferð eftir funk-galaxuni.

Fyrsta lagið ?Everything? boðar beinanvegin frá, at stórur dentur hevur verið lagdur á hondverkið. Tað er alla æru vert. Fløgan er upptikin í studio Pegasus í Klaksvík har Ingi Isaksen (In-G) og I am sjálvir hava produserað og síðani hevur Óli Poulsen mixað í Danmark. Tónleikurin er væl spældur og sangurin ljóðar væl. Einasta lýtið er, at enska úttalan átti verið betri. Føroyskur máldámur í ensku rockgrýtuni kann vera ein sjarma, men í hesum førinum er enska málrøktin við sviðusoð.

?Hyggi út gluggan? er føroyskt lag, ið groovar deiliga væl. Lekkurt percussion og deilig Steve Wonder clavi, sum eg giti evnarríki runavíkingurin Hans Poulsen hevur lagt á. I am hava nevniliga ikki tøvt við at fáa aðrar frægar kreftir at lyfta saman við sær. Eyðun Nolsøe, Hans Poulsen, Høgni Klakkstein og Óli Poulsen spæla allir við ymsastaðni á fløguni. At gera kórini saman við sær hevur forsangarin Birgir I. Sigurðsson fingið frálíku røddina og musikalska vitið hjá Pætur við Keldu umframt Arnfríð Lützen. Haraftrat stendur In-G fyri øllum synth-programeringum á fløguni.

Venda vit aftur til fløguna er boðskapurin greiður. I am prísa Harranum Jesusi. Á føroyskum og á enskum. Mest trúverdigur er boðskapurin, tá hann er føroyskur. ?Hví vilt tú ei kennast við tann mannin sum gav sítt lív á krossi fyri teg? spyrja I am á ?Hyggi út gluggan?. Og lurtarin sleppur so sjálvur at gruna út frá hesum. Verrið er við ?Leaving town in my old pick-up truck heading west on highway 81? á langum ?Together?. Slíkar sanglinjur ljóða øgiliga konstrueraðar í landi, har highway 81 neyvan kann sammetast við hvørki ovara ella niðara veg. Og so eru vit ið hvussu er ikki í Føroyum longur. Annars er ?Together? eitt lag, har versið er serstakliga vakurt við deiligum akkustiskum guitarspæli.

Hóast I am uttan iva má kallast rockbólkur, so eru balladurnar rættiliga nógvar á fløguni. ?Time unknown? er poppur skrivaður í pínu, og framleiddur í poppsukri.

Á øðrum løgum verða loops brúkt, sum á ?Edge?, har wah-wah guitarar frá Mikkjal Hvannastein eisini geva lagnum sprell.

Júst spælið hjá Mikkjal boðar frá, at Klaksvík aftur hevur framleitt enn ein frálíkan guitarleikara. Mikkjal spælir sera musikalskt, hevur flottan tóna og góða rytmu ? minnir onkustaðni eitt sindur um Yngwie Malmsteen ? serliga á lagnum ?Alla leið?.

Alt í alt kann sigast, at ?Cast? er sera flott debut frá I am, har síðsta lagið tó átti at verið vakra klaverballadan ?Sometimes? heldur enn stílforvirraða lagið ?Last night 99?, har tú situr eftir við spurninginum um I am er ein techno bólkur.

Hinvegin er húsin sera stílreinur og flottur. So flottur, at hann riggar væl undir einum og hvørjum jólatræi...