The Dreams
Den Nye By
3 av 6 stjørnum
Tað er sikkurt gott at syngja á donskum, tá ein er í gongd við at hertaka Danmark. Men óansæð hvør orsøkin er, ljóðar tað ikki væl nakra aðrastaðni enn í Danmark. Heldur ikki hjá The Dreams. Tónleikurin er hampuliga væl spældur við nøkrum ordiliga feitum brotum innímillum. (t.d eitt pausubrot við gittarknalli í »La' mig være«) Hetta er Green Day eina stóra tonn harðari við eitt sindur av Muse og einari rúgvu av tannáringarópi og larmi; emo tónleikur í essinum. Kanska tað mest positiva við The Dreams er, at teir hava eitt gjøgnumført image. Eingin ivi er í, hvørjir teir eru, og hvat teir umboða. Arrangement av løgunum er eisini rættiliga væl frágingið, men løgini eru ikki serliga góð. Ljóðstyrkin í teimum ymsu ljóðførunum kundi eisini varierað eitt sindur meira. T.d kundu teir tónað onkran gittara eitt sindur niður, tá aðrir strúkarar eru á. At hetta ikki verður gjørt, ger ljóðmyndina ógvuliga rótuta í støðum. Harafturat er vokalurin ikki nóg búgvin, men ljóðar oftast sum ein hásur teenageari. Alt í alt er »Den Nye By« ikki fantastisk, men heldur ikki vánalig. Fløgan er ok og hevur uppiborið ein miðal karakter.
myspace.com/thedreams
---------
Jóan Petur
»Bow and Arrow«
4 av seks stjørnum
Við debutfløguni »Bow and Arrow« hevur Jóan Petur givið eitt sterkt tekin um, at hann er sangskrivari av rætta slagnum. Tað er eitt ótal av singer/songwriter tónleiki, ið kemur út á hillarnar, harav mangt, ið verður gloymt sama dag, sum fløgan kemur út. Men útgávan frá Jóan Peturi hevur eina heilt serliga sjarmu, ið gevur honum eitt væl uppiborið pláss ovalaga á rokanum. Nøkur løg kundu verið betri gjøgnumarbeidd í arrangementið, og sum heild burdi verið arbeitt við at fáa eitt meira egið ljóð yvir tónleikin. Men tey flestu av løgunum eru á hinari síðuni væl skrivað og arrangerað, og fløgan er ótrúliga væl framleidd; er ógvuliga stílfull og rein. Hetta er ikki tónleikur, ið ikki er hoyrdur fyrr, men hetta er tónleikur við persónligheit. Og tað gevur fløguni nógv stig í sær sjálvum.
myspace.com/joanpetur
--------
Sølva Ford
»Á kærleikans gøtum«
2 1/2 av 6 stjørnum
Hóast ógvuliga vantandi originalitet hvat viðvíkur sangskriving, bjóðar fløgan »Á kærleikans gøtum« hjá Sølvu Ford uppá ektaðan, erligan og jarðbundnan country-popp.Fløgan inniheldur 10 løg, ið eru skrivað av Sølvu sjálvari og famlju og vinum hennara. Hetta er eisini huglagið, ið dominerar á útgávuni. Tað, at fløgan er ein felags verkætlan, ið er sprottin úr upplivingum millum hesi fólkini. Fløgan hevur tó einki nýtt at bera. Ætlanin er allarhelst slett ikki at skula bera nakað nýtt; at flyta nøkur mørk, men at siga nakrar søgur ígjøgnum nakrar væl kendar tónar. Men tað er einki á henni, ið ikki er hoyrt fyrr, og hetta gerst nakað troyttandi, tá av tornar. Tað, sum í síðsta enda hálar fløguna upp á næstan tríggjar stjørnur, er framúr góða framleiðslan. Eingin ivi er í, at nógv arbeiði er lagt í at framleiða hesa fløguna, at taka upp, miksa og manerera. Hevði tað ikki verið fyri øgiliga lágprís-signalerandi, lítið viðgjørda húsanum, hevði hon kanska fingið eina hálva afturat.