Hósdagin verður aftur skipað fyri árligu føroysku súkklukappingini, Volvo Kring Føroyar, sum á fyrsta sinni varð fyriskipað í 1997. Fyriskipararnir vóna, at tað verða umleið 25 súkklarar við hesaferð, men teir vænta at talið fer at vera umleið 20.
Sum vanligt er luttaka eisini útlendingar í hesi stóru føroysku súkklukappingini, og í ár verða fýra útlendingar við. Tríggir teirra koma úr Hetlandi og tann eini kemur av Orkney. Føroysku súkklararnir kenna teir umvegis oyggjaleikirnar.
Les eisini: Súkkla kring Føroyar
Súkklarin av Orkney, 50 ára gamli Torquil Clyde, hevur egið flogfar og flýgur sjálvur til Føroya at luttaka í kappingini. Hann millumlendir eisini í Hetlandi og tekur hinar tríggjar útlendsku luttakararnar við sær.
Í Sosialinum í dag ber til at lesa alla ta serligu søguna um Torquil Clyde og hansara ferðir í egnum flogfari.