Fløgur og filmar frá 3´aranum í SMS

Now Christmas 2002

jólini nærkast í hvørjum, og nú er ein tann fyrsta fløgan við jólasangum komin út á marknaðin. Tað er Now Christmas 2002.
Talan er um eina dupultfløgu við tilsamans 32 jólasangum, sum bæði kendir og minni kendir sangarar syngja.
Illa ber til at framleiða eina jólasavnsfløgu uttan Happy Xmas (War is Over) hjá John Lennon og Y oko Ono og Last Christmas hjá Wham. Men á fløguni eru eisini fleir aðrir góðir gamlir jólasangir, sum til dømis Santa Claus Is Coming to Town, Christmas Time, White Christmas og Jingle Bell Rock.
Hetta er heilt vist ein fløga, ið fer at verma nú jólini nærkast, og hon fer ikki »av móta« sjálvt um hon eitur Now Christmas 2002. Sangirnir, ið eru á fløguni eru til at lurta eftir øll jól framyvir.
Nakrir av sangarunum og bólkunum, ið við eru, eru: Wham, Kylie Minouge, Diana Ross & the Supremes, Gnags, Macy Gray, Britney Spears, Ronan Keating, Abba, Johnny Logan, Bing Crosby og Vonda Shepard.

Now 2

Umframt hava hava givið Now Christmas 2002 út, so er onnur Now fløgan í røðini komin, sum so einkult eitur Now 2 ella sum onkur kallar hana Now, That´s What I Call Music! 2.
Við á hesi fløguni eru teir nýggjastu sangirnir, ið hava plága hittlistarnar seinastu tíðina.
Nevnast kunnu Las Ketchup við The Ketchup Song, Celine Dion ? I´m Alive, Elvis vs. JXL ? A Little Less Conversation, Atomic Kitten ? The Tide is High og The Calling við Adrienne.
Fløgan hevur 20 skeringar og um tú ikki hevur hug at ogna tær eina fløgu, bara tí tú kennir ein sang, so er hetta ein upplagdur møguleiki at fáa teir bestu og teir kendastu sangirnar, sum eru frammi í dag, savnaðar saman á eini fløgu.

The Lord of the Rings:
The Fellowship of the Ring

nú er ein nýggjur dvd-filmur komin út við Lord of the Rings. Pakkin eitur Special Extended DVD Edition og inniheldur fýra fløgur.
Hendan útgávan er framleidd bara til heimabiografin, og inniheldur meira enn 30 minuttir av nýggjum og forlongdum scenum, sum leikstjórin, Peter Jackson, hevur valt út. Eisini er nýggjur tónleikur, sum Howard SHore, hevur gjørt.
Á triðju fløguni eru seks dokumentarfilmar við útgangsstøði í J.R.R Tolkien og nógv nógv annað.

Star Wars II: Attack of the Clones

nú er hann komin. Star Wars II ? tann næsti í røðini, men tann fimti filmurin. Attack of the Clones, ella Klonernes Angreb, sum hann eitur á donskum.
tvær fløgur eru við. Onnur fløgan er sjálvur filmurin, meðan hin fløgan inniheldur eina rúgvu av eyka tilfari, sum ikki hevur verið at sæð fyrr.
Millum annað eru átta scenur, sum eru gjørdar bara til hesa útgávuna og nógvar myndir, sum ongantíð hava verið at sæð fyrr um filmin.