scorpion king
Scorpion king hevur funnið íblástur í filmsrøðini »Mumien«. Eitt ævintýr, sum er mettað við action og fult við góðum stuntum og kamp-scenum.
Í eini myrkari tíð og við tí ónda sum mótstandara, torir bert ein maður at berjast ímóti yvirmaktini.
Tónleikurin í filminum tekur teg á bóli, og Scorpion King brakar á skíggjanum, og gevur tær eitt einastandandi filmsupplivilsi í høgum tempo, sum bæði er spennandi og undirhaldandi.
Á dvd útgávuni kanst tú eisini síggja eina forlongda óklipta útgávu av filminum, special effects, frákliptar scenur og nógv, nógv annað.
blade II
Blade er maðurin, sum ferðast í skuggaheiminum millum menniskju og blóðsúgvarar. Leiðarin hjá vampyrunum setir seg í samband við hann, og bjóðar honum vápnahvíld. Bæði menniskjuni og vampyrarnir eru hótt av einum nýggjum slagi av súgvivampyrum ? Reapers, sum drepa alt, sum kemur fyri. Teir hava smittað nøkur menniskju og nakrar vampyrar við einum virus, sum innan stutta tíð fer at gera tey livandi fólkini, sum eru eftir til nakrar hjálparsleysar verur. Blade skal nú arbeiða saman við vapyrunum, og saman berjast teir ímóti the Reapers!
Á dvd útgávuni ein rúgva av eyka tilfari, har tú fært burturkoyrdar og broyttar scenur, tónleikavideo og nógv annað.
Robbie Williams ? Escapology
Enn einaferð er fyrrverandi Take That´arin, Robbie Williams, komin út við eini fløgu. Fløgan, sum eitur Escapology, hevur 14 skeringar.
Fløgan, sum kom út tann 18. november, kemur í kjalarvørrinum av, at samstarvið ímillum Robbie Williams og Guy Chambers er endað. Guy Chambers hevur saman við Robbie skrivað teir flestu sangirnar á fløguni. Grundin til endan av samstarvinum er óviss. Óndar tungur vilja vera við, at tað var tí, at Robbie vildi hava Guy at undirskriva eina avtalu, sum segði, at hann bara skrivaði sangir til Robbie, men hesi tíðindi avnoktar Robbie blankt.
Robbie Williams hevur annars júst undirskrivað ein millióna sáttmála við plátufelagið EMI, sum gevur hesa plátuna, Escapology, út.
Eisini er fyrrverandi Take That limurin farin á eina heimsumferð, har hann millum annað eisini skal hava konsert í Danmark.
Jenniferp Lopez ? This is me... then
J Lo, sum hon eisini kallar seg sjálva, er nú komin út við eini fløgu. Onkur vil siga, at hetta er ein kærleiksváttan til drongin, Ben Affleck. Serliga er tað heitið á fløguni, sum fólk vilja knýta til drong hennara. Í sjálvum fløguhúsanum takkar hon Ben fyri tað, sum hann er fyri hana, og sigur, at Ben fær hana at syngja á ein hátt hon ongantíð helt hon kundi.
»This is me... then« inniheldur 13 løg. Tað er Sony, sum gevur fløguna út. Útgávudagurin var tann 25. november. So um tú er Jennifer Lopez fjeppari, er ikki nógv annað at gera enn at seta hesa fløguna í fløgusamlingina.










