Fløgur - filmar - spøl

Fløgur, filmar og spøl frá 3´aranum

woman v

fimta Woman fløgan er nú komin út. Við eru bæði eldri og nýggjari sangir hjá kvinnuligum einstaklingum ella bólkum. Hetta er ein dupultfløga og tilsamans eru 40 skeringar at velja ímillum.
Nevnast kunnu millum annað Jennifer Lopez, Atomic Kitten, Alicia Keys, Mariah Carey, Celine Dion, Pink, Destiny´s Child, Britney Spears, Annie Lennox, Lauryn Hill og Björk.

hanging by a moment two

ein onnur savnsfløga er eisini júst komin á marknaðin. Talan er um fløguna Hanging by a Moment 2. So ert tú til eitt sindur villari tónleik enn løgini, sum eru á Woman fløguni, so er at ogna tær hesa fløguna. Her fært tú nógvan góðan tónleik frá millum annað Jupiter Day, Incubus, Nickelback, The Calling, Kent og øðrum.
Tilsamans eru 20 løg á fløguni við 20 ymiskum einstaklingum ella bólkum.

back to the future

teir einaferð so vælumtóktu 80´ara filmarnir hjá Steven Spielberg eru nú endurútgivnir. Allir tríggir Back to the Future filmarnir við Michael J. Fox og Christopher Lloyd í høvuðsleiklutunum eru nú á DVD fyri fyrstu ferð.
Filmarnir hava nú fingið digitalt ljóð og ein rúgva av eyka scenum og eyka tilfari er lagt afturat hesi boksini við teimum trimum filmunum. Talan er um tvær dvd fløgur og umframt teir tríggjar filmarnar eru fimm tímar av eyka tilfari.

the sims unleashed

nú er enn eitt spæl komið í The Sims røðini. Nú hevur tú møguleikan at geva tínum Simmarum eitt kelidjór. Tú skalt læra kelidjórini at verða reinlig, læra tey at gera okkurt serligt, keypa teimum leikutoy, geva teimum at eta og gera títt besta til, at tey ikki oyðileggja húsið...
Fyri at kunna spæla hetta spælið mást tú eiga tað orginala »The Sims« spælið.
Men tá tú ert farin í gongd, so kanst tú fara í djórahandilin og adoptera ein hund, eina kettu ella okkurt annað djór til tínar Simmar.
Nú eru eisini fimm karrierur afturat at velja í millum og har eru 50 nýggj arbeiði, og tú kanst eisini fáa tær ein grønmetisgarð. Nýggja Sims spælið er nú at fáa, og ert tú ein av teimum, ið dámar at spæla The Sims, so er at renna niðan í 3´aran og ogna tær spælið áðrenn grannin ger...