Fløguútgáva og konsert flutt

Konsertin hjá Lenu í Krudttønden er flutt til týsdagin 18. september kl. 21.00. Hetta hendur í sambandi við at útgávudagurin av eini nýggjari og betri útgávu av Cant Erase it á danska marknaðinum er fluttur til 17. oktober.

Nýggja útgávan av Cant Erase it  er bygd á føroysku útgávuna, Óli Poulsen hevur saman við Lenu og Niklas arbeitt 3 vikur í summar, við at gera fløguna klára. Umframt onkrar broytingar er okkurt nýtt lag á henni.