Flýggja undan skógareldi í Kalifornia

Tað seinasta samdøgrið eru meiri enn 2.000 fólk flutt burtur undan einum skógareldi nærhendis frítíðarbýnum Santa Cruz í Kalifornia. Myndugleikarnir hava sent fleiri hundrað sløkkiliðsmenn at basa skógareldinum, men sambært tíðindastovunum gongur tað illa at fáa tamarhald á eldinum.

Útlitini eru heldur ikki tey bestu, tí veðurmenninir hava boðað frá nógvum hita aftur í dag.

Skógareldurin við Santa Cruz er einar 130 kilometrar sunnan fyri stórbýin San Fransisco.