Tað regnaði av grimd í høvuðsstaðnum í Haiti, Port-au-Prince, í gjár, tá tropiska ódnin Ernesto gjørdi um seg har. Vindurin var ikki so nógvur, sum veðurmenninir høvdu væntað, men teir ávaraðu samstundis um, at Ernesto kann menna seg aftur, tá hann kemur út yvir havið sunnan fyri Florida.
Har hava myndugleikarnir flutt ferðafólk burtur frá strondini og av teimum smáu oyggjunum. Jeb Bush, guvernørur, hevur lýst partar av Florida í neyðstøðu, og nógv fólk, sum búgva fram við strondini, eru longu farin haðani. Eisini í Kuba hava myndugleikarnir fyrireikað fólkið til ódnarveður.
Í New Orleans vóna fólk, at Ernesto kemur í land so eystarlaga, sum veðurmenninir siga. Tað er einki at siga til, tí í morgin er eitt ár liðið, síðani ódnin Katrina legði stórar partar av býnum í oyði.










