Flýggja til Brasil

Løgreglan í Brasil hevur úr at gera við at halda eygað við mafialimum, sum flýggja úr Italia, har løgreglan støðugt er í hølunum á teimum.

Tey 20 seinastu árini er tað vorðið alt meiri vanligt, at brotsmenn í fleiri londum flýggja til Brasil. Teirra fyrimynd er bretski tokrænarin Ronald Biggs, sum flýddi til Brasil aftan á tað stóra pengaránið í einum toki í Onglandi í 1963. Hann búði í Dio de Janeiro í meiri enn 30 ár, til hann í 2001 gjørdi av at fara aftur til Bretlands, har hann hevur sitið í fongsli síðani.

Brasilska løgreglan sigur, at nógvir limir í italsku mafiuni flýggja til Brasil, men tað hendir eisini meiri enn so, at brotsmenn úr Russlandi, Fraklandi, Japan og Nigeria flýggja hagar. Nógvir verða tiknir, og í dag sita umleið 70 italskir brotsmenn í brasilskum fongslum. Tað er altjóða løgreglusamstarvið Interpol, sum ger, at nógvir av teimum flýddu verða tiknir. Teir flestu enda í brasilskum fongslum, men summir verða útflýggjaðir landinum, haðani teir flýddu.