Sum skilst kemur ein fiskiveiðuavtala millum Føroyar og Noreg undir land í dag. Tað hevur við sær, at skipini aftur sleppa inn í sjóøkið hvør hjá øðrum. Tá skipini – tann 9. januar – vóru rikin úr økjunum, rakti hetta seks føroyskar flakatrolarar og ein norskan línubát.
Hetta hevur serliga rakt føroysku flakatrolararnar, sum vanliga hava besta túr á árinum í norskum sjógvi í fyrsta ársfjórðingi.
- Í løtuni fáa hini skipini, sum sleppa at vera í norskum sjógvi, dupult so nógv sum vit, so tað sigur seg sjálvt, at vit missa eina rúgvu av peningi, staðfestir Sonny Johannesen.
Makrelurin
Tað, sum argar Sonna Johannesen mest av øllum, er, at veruliga trætan er um makrelin, sum onki hevur við flakatrolararnar at gera.
- Norðmenn vildu hava eitt jarnbrot at fáa sítt ígjøgnum, og tað hevur í hesum føri eydnast, sigur Sonny Johannesen. Hann leggur afturat, at hann ikki skilur, hví samráðingarnar ikki vóru tiknar upp fyrr enn í seinastu løtu.
Somuleiðis nevnir hann, at landsstýrið má hava fyrireikað seg ov illa, tí tá norðmenn seta dagsskránna soleiðis, so hava føroyingar gjørt okkurt býtt.
- Makrelurin verður ikki veiddur fyrr enn í juni og juli, so hetta mál kundi gott bíða, um norðmenn ikki ynsktu at trýsta okkurt ígjøgnum, sigur skiparin á Ennibergi.
Úrslit í dag
Sonny Johannesen staðfestir somuleiðis, at um ongin loysn verður funnin í dag, so kann alt gera tað sama.
- Sleppa vit ikki inn í norskan sjógv í dag, so hevur hendan avtalan onki at siga fyri føroyingar. Vit hava mist størsta partin av fyrsta túrinum, sum vanliga er tann besti á árinum. Og finna teir ikki eina loysn í dag, so nýtist ikki at finna eina loysn, tí so verður avtalan bara til fyrimuns fyri norsk nótaskip. Trúgv mær, norðmenn skulu nokk koma á knøunum í maimánaði at bidda um makrelkvotu, og tá er ongin grund hjá føroyingum at gera nakra avtalu, sigur Sonny Johannesen. Sum eisini fýlist á, at tað kom púra óvart á, at teir blivu koyrdir úr norskum sjógvi.
- Vit fóru avstað við einum loyvi og høvdu planlagt sum vanligt, men so forpurraði hetta stríðið allan tann fyrsta túrin, harmast Sonny Johannesen.
Flyta beinanvegin
Sum skilst eru øll tey føroysku skipini, sum eru rakt av fiskiveiðutrætuni, klár at flyta í norskt øki.
- Vit liggja har vestri í »Gráu sonu« og hava alt klárt til at flyta, sigur Sonny Johannesen, sum eina staðfesting av, hvussu nógv tað hevur at siga at koma inn í norskan sjógv. Hann greiðir somuleiðis frá, at um boðini um eina avtalu koma í dag, so kunnu teir byrja at veiða í norskum øki, so skjótt sum 12 tímar eru lidnir.










