Týtt úr enskum eftir William Barclay:
---------
Ikki øll vóru fegin um, at Jesusbarnið varð føtt. Serliga ein maður var sera illur og harmur, og tað var Heródes kongur. Hann var ein gløggur kongur, men hann var øvundsjúkur og illgrunasamur mótvegis øllum, sum kundu hótta hansara trónu. Tá øvundsjúkan rakti hann, gjørdist hann óndur og hjartaleysur, tí hann vildi ikki, at nakar skuldi taka kongsdømið frá honum.
So tá teir vísu menninir komu til hansara fyri at leita eftir nýfødda konginum, Jesusbarninum, sum teir hildu máttu vera føtt á kongsborgini, lat hann, sum um hann var áhugaður í tí, teir søgdu. Hann bað teir endiliga siga sær frá, um teir funnu kongsbarnið, so hann eisini kundi tilbiðja tað. Men í veruleikanum var hann í øðini og sera øvundsjúkur. Hann visti, at barnið var føtt í Betlehem, og tí gav hann boð um, at øll dreingjabørn í býnum skuldu drepast, so at nýborni kongurin ikki kundi yvirliva.
Hansara óndskapur elvdi til stóra sorg í mongum heimum. Men Jesusbarnið var trygt og varð ikki dripið, tí Maria og Jósef flýggjaðu til Egyptalands, meðan tíð enn var.