MC Hár gav í gjár út stakfløguna ?Burn Me?. Á fløguni eru fýra sangir, sum teir sjálvur hava gjørt.
Tveir av sangunum kenna fólk helst frá Prix Føroyar kappingini, sum var fyrr í ár.
Tá var MC Hár ein av finalubólkunum, og endaði sum nummar trý í endaligu støðuni..
Á samkomu í 3?aranum í SMS í gjár bjóðaðu limirnir í MC Hár reyða saft og viðskiftafólk í SMS fingu rósur.
Fløgan er upptikin og ljóðblandað í European Records í Keypmannahavn. Jónas Bloch Danielsen hevur ljóðblandað.
Tað er 3?arin sum gevur fløguna út.