Aftaná at hava givið fløgur út saman við øðrum seinnu árini hevur Petur Háberg Jacobsen valt at geva fløgu út einsamallur.
Á nýggju fløguni "Tímaglasið - Jaligir tónar" er tó ein duett saman við country-sangkvinnuni, Evi Tausen.
10 sangir eru á tí nýggi fløguni. Petur Háberg Jacobsen hevur saman við fýra væl kendum monnum: Jákup Zachariasen, Marner av Lofti, Martin Joensen og Steintór Rasmussen skrivað orð og løg til teir 10 sangirnar á fløguni.
Tónleikurin er innspældur í Kris Stuff Studio, har Niclas Johannesen, Jákup Zachariasen og Kristoffur Mørkøre hava sitið aftanfyri knøttarnar.
Onnur sum taka lut á fløguni eru Óli Poulsen, Lena Anderssen, Laila Carlsen og Jónsvein Heinesen.
Kári við Rættará hevur gjørt litríka og snotuliga húsan.
Tutl gevur fløguna út, sum kom til landið í dag.










