Fløgan hjá I Am selur væl

Tað er ein góð vika síðani, at fløgan hjá I Am kom út, og yvir 850 eintøk eru seld

Nýggja I AM fløgan, xthree.one.four, ið kom á marknaðin hósdagin 4. desembur 2003, hevur longu selt yvir 850 eintøk.
Limirnir í I Am eru sera fegnir um frálíku móttøkuna, sum fløgan hevur fingið og um tey góðu sølutølini.
Birgir Sigurðsson sigur, at teir høvdu ikki væntað, at fløgan fór at selja so væl beinanvegin, orsakað av at hon ikki kann sigast at vera tann mest útvarps vinarliga fløgan. Her hugsar um tann modernaða rokk-tónleikin, sum I Am hevur lagt seg meira eftir at spæla á hesi útgávuni.
Birgir leggur afturat, at um teir leggja allar promotionfløgurnar til miðlar og stuðlar afturat, so eru yvir 1.000 fløgur farnar út av goymslunum eftir einans einari viku. Og tað eru hann og hinir limirnir sera ovfarnir av.
2.000 eintøk vórðu prentað av fløguni, so kanska er spurningurin um, tað verður nóg mikið til jólasøluna, sum av álvara man fara í gongd nú.
I Am hevur ikki gjørt so nógv við at framføra her á landi, síðani fløgan kom út, og kemur tað av, at onkur teirra er í lestrarørindum í Danmark.
Men vikuskiftið 20 - 21. desembur, fara I AM at signera fløgur og spæla akkustiskan tónleik í fleiri stórum handlum kring oyggjarnar.