Talan er um eina fløgu, har Beinta spælir egin løg, gospelløg og klassiskan tónleik á klaveri. Jákup Zachariassen hevur framleitt fløguna – og saman við føroyskum og íslendskum tónleikarum eru fleiri ymisk ljóðfør við á fløguni við tilsamans 17 fjølbroyttum løgum.
Beinta hevur spælt í mong ár, og er hon kend fyri sítt góða klaverspæl. Á móttøkuni komu nógv fólk á gátt, og nógvar fløgur vórðu seldar. Fløgan er at fáa í handlunum.










