Fløgan fæst kring alt landið Leingi hevur hon verið á veg, men nú er hon er so loksins komin, tann nýggja fløgan hjá bólkinum ?4?, ið nevnist ?Her er løtan?. Limirnir í ?4? eru Jákup Zachariassen, Gunnar Justinussen, Petur Háberg Jacobsen og Marner av Lofti. Á fløguni syngja teir einsæris, men eisini saman á onkrum sangi. Sølva Ford er gestasangari á tí eina sanginum. 3.000 eintøk eru framleidd, men longu nú frættist, at sølan gongur væl. Fløgan fæst á øllum teimum vanligu støðunum fyri vanliga fløguprísin, sum er 169 kr.