- Eg hevði satt at siga ikki hugsað so nógv um, at eg var í uppskoti til heiðurslønir. Eg hugsaði mest um, at eg skuldi spæla til tiltakið og framførðslan fylti meiri enn heiðurslønirnar, segði Jens Marni Hansen, tá hann kom av pallinum aftur við eini heiðursløn undir arminum.
-Hetta er stuttligt. Og hetta er eisini ein staðfesting av onkrum slag. Man er í øllum førum við í toppinum, tá man kemur við á hesar listarnar, segði Jens Marni.
Hann segði, at hann nú hevur spælt í ræðuliga nógv ár, men hóast hann hevur verið við á nógvum útgávum, so hevur hann ongantíð fyrr gjørt sína egnu fløgu. Og tað er helst hon sum gjørdi sítt til, at hann í ár var í uppskoti til tvær heiðurslønir.
- Eg kappaðist ímóti nógvum góðum sangarum, sum hava roynt nøkur ting Eg havi til dømis ongantíð verið uttanlands, sum nógvir aðrir sangarar á listanum. Eg havi ongantíð kunna farið, tí havi ikki havt eina fløgu. Nú er fløgan komin, so nú eru tað nøkur ting, sum bera til. Og eg trúgvi uppá, at tað fer at lata seg gera hjá mær, segði Jens Marni Hansen.