Fløgan 25 ár

Føroya Skúlabókagrunnur gevur út tvær fløgur aftur við bókini um Mandy

Nú skúlarnir byrja aftur, eru samstundis 25 ár liðin síðani fyrsta fløgan kom í búðirnar. Tað var hin 17. august 1982, at fyritøkan Philips gjørdi fyrsta talgilda eintaki av The Visitors hjá ABBA. Vit tóku skjótt orðið fløga til okkum. Íslendingar tóku heitið geisladiskur. Tað var Jóhan Hendrik Winther Poulsen, sum gjørdi bæði føroyska og íslendska orðið fyri the compact disc, talgilda tónleikadiskin.

Nú fløgan sum miðil hevur fjórðingsøld á baki, gevur Føroya Skúlabókagrunnur út tvær fløgur aftur við nýggju bókini um Mandy. Talan er um fløguna ?Sangir?, sum eru 14 public domanin sangir, sum eru fríir at brúka í undirvísingini og ein fløga við upplesturi, har allur teksturin í bókini Mandy at home hoyrist. Sostatt kann allir teksturin leggjast í fløguspælaran, heima ella í bilinum, og upplivast gjøgnum oyra.

Eftir at fløgan við ABBA kom á marknaðin við skúlaársbyrjan í 1982, vóru tað serliga Dire Straits, ið gjørdu fløguna kenda. Tað var við útgávuni Brothers in arms (1985). Í Bretlandi eru tónleikfløgur enn mest nýtta jólagávan. Men kappingin er hørð. Hóast tónleikafløgan enn er keldan, brúka flestu ungu í dag iPod og MP3 spælarar. Fyrstu 6 mánaðirnar í ár er bretska fløgusølan minka 10%. Samstundis er tónleikasølan av netstøðum, downloads, økt við 50%.

Tey, sum lesa á nýggju fløguni Mandy at home eru: Sharon Christiansen, Philip Cleasby, Howard Farnoush Freemantle, Hannah Morag Philbrow, Sue Philbrow, Michael Reveal og Jackie Skúvadal. Grafiksstudio hevur gjørt upptøkurnar.

Tey, sum syngja á nýggju fløguni Sangir eru: Andrias Samuelsen, Rasmus V. Samuelsen, Konni Kass Jakobsen, Rakul Petersen, Símun Lützen, Herluf Lützen, Paula Danielsen og Kinna Poulsen. Pauli Hansen hevur samskipað fløguna og Herluf Lützen hevur staðið fyri tónleikinum og forriting. Tað er Bókamiðsølan, ið selur útgávurnar hjá Føroya Skúlabokagrunni.