Fløga við Ólavi á Váli

Í sambandi við at Ólavur á Váli, sangari og listamaður, sum andaðist 19. februar í ár, hevði fylt 50 ár fríggjadagin 26. august, gav Evangeliska Røddin út tvífløguna "Lívsins land" hendan dagin

Ólavur á Váli varð føddur 26. august 1955, næstyngstur av teimum fýra børnunum hjá Onnu og Líggjasi á Váli. Familjan búði í Klaksvík til 1972, tá tey fluttu til Havnar.

Útgávudagin, 26. august, hevði Ólavur á Váli fylt 50 ár. Hann var brádliga heimkallaður til Harran í februar í ár.

Á Váli familjan hevði góðar gávur at syngja. Ólavur var listamaður, óførur at tekna, og hevði eisini eina so stak góða songrødd, sum bert heilt fáum unnist.

Hann sang nógv; einsamallur, saman við M.C.Restorff og Nicodemus-sangbólkinum, í sangkórum, í Dupultkvartettini í Ebenezer, saman við systkjunum Britu, Charlottu og Jóannesi, og saman við so mongum øðrum. Hann sang fyri einstaklingum og fyri stórum áhoyrarskarum. Hann sang runt í okkara egna landi, og hann sang í londunum rundan um okkum. Men hann sang ikki fyri at koma sær sjálvum fram. Nei, gripin av Skaparanum og frelsuverkinum sang hann.

Á nýggju fløguni, sum er tvífløga og ber heitið "Lívsins land" eru tilsamans 41 sangir, sum Ólavur syngur einsamallur ella saman við øðrum, - eitt nú Nicodemussangbólinum, Dupultkvartettini og á Váli familjuni. 14 av hesum sangum hava ikki verið útgivnir áður.

Nýggja tvífløgan, sum Evangeliska Røddin gevur út, er at fáa í handlunum og kostar kr. 189,-. Síðan fløgan kom út, hevur hon verið sera væl móttikin.