Fløga um ferðing

Gøta: Nú skal ferðavinnan eisini taka ta nýggju tøknina í nýtslu.
Arbeitt hevur verið við útgávu av eini DVD-fløgu, har allir upplýsingar um Føroyar sum ferðamannaland eru í.

Fyri at fíggja hesa útgávuna hava fyrireikararnir m.a. søkt Gøtu bygdaráð um stuðul, og á bygdaráðsfundi mánakvøldið var málið til viðgerðar.
Umsóknin ljóðaði uppá 15.000 kr., men bygdaráðið samtykti ístaðin fyri beinleiðis stuðul, at keypa fyri 2.000 kr. í fløgum.