Í dag kemur nýggja fløgan hjá gospelbólkinum I Am og hon hevur heitið xthree.one.four.
Í samband við útgávuna skipar bólkurin fyri konsert og verður hetta í nýggju høllini á Eiði fríggjakvøldið 5. desember. Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði, setir tiltakið klokkan 23.
Umframt I Am fara eisini aðrir bólkar á pall. Direct Level og Credo fara at spæla saman við I AM og dansibólkurin úr Kelduni, A2J, verður eisini at síggja.
Høvi verður at ogna sær nýggju fløguna hjá I Am, eins og T-skjúrtur og plakatir. Bólkurin fer eisini at skriva autografar. Atgongumerkini kosta 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.
Nýggja fløgan hjá I Am verður at fáa kring alt landið fyri 169 krónur og hevur ein hug at vita meira, so verður heimasíðan www.iam.fo endurnýggjað, nú fløgan kemur út, og har fæst ymiskt at vita um bólkin, møguleiki er at hoyra brot úr sangum og myndir og sjónbandabrot eru at síggja. Eisini ber til at keypa ymiskt.