Í dag, 27.juni, kemur forvitnislig fløga á marknaðin. Nakrir av fremstu tónleikarunum innan jazz í Føroyum, Finnlandi og Danmark eru við. Maðurin handan fløguætlanina er Edvard Nyholm Debess, sum fyrr hevur havt væleydnað samstarv við norðurlendskar tónleikarar, hann gav m.a. í 2000 út fløguna Debazz saman við donskum tónleikarum.
Nú kemur fløgan við Nordic End Quintet og hon hevur heitið LØG. Umframt Edvard N. Debess og Maluna Thomsen, er manningin av ovastu rók innan jazz í Danmark og Finnlandi. Tann kendi Alex Riel, Danmark, leikar á trummur og á saxofon og klaver eru Eero Koivistoinen og Seppo Kantonen, sum í Finnlandi er navnframir tónleikarar.
Talan er um vælkend kvæði og sangir úr Føroyum.
Edvard N. Debess og Seppo Kantonen hava lagt tónleikin tilrættis og gevur hetta sangum og kvæðum heilt nýggjan dám. Teir hava lagt seg eftir at tilrættisleggja uttanum sangin, so lagið í størstan mun verður varðveitt.
Nevnast kunnu løg sum Tú sangst eitt so vakurt.., Ein Firvaldur í góðum lag, Flóvin Bænadiktsson, Brúðarvísan og Aldan.
Ein forvitnislig, vælspæld og melodiøs fløga, sum brýtur upp úr nýggjum, siga útgevararnir.
Og útgevari er nýtt felag, ið nevnist Landing Duck Records. Fløgan kemur út í dag og er fyrsta fløgan á nýggja forlagnum. Meira fæst at vita við at vitja alnetið á www.landingduck.com og www.debazz.com