Filmsleikarinnan Scarlett Johansson er í løtuni í gongd við eina yrkisleið sum tónleikari. Skjótt kemur fløgan hjá henni út, ið fer at bera heitið ?Anywhere I Lay My Head?.
Á fløguni syngur Scarlett í høvuðsheitinum cover-løg hjá Tom Waits, men eisini verður ein nýggjur sangur á fløguni, ?Song For Jo?. Harumframt verður David Bowie, ið er stóra hetjan hjá Scarlett, við á fløguni, og hann skal syngja kór á tveimum løgum.
Framleiðarin hjá Scarlett lýsir hennara sangteknikk sum ?Klokkeblomst á hostasaft?. Sjálv sigur hon um lagið ?Song For Jo?, at tað er eitt minni um ein persón, ið stendur henni nær.
Fløgan kemur út 19. mai.