Fólk í Indonesia, Reilandi og Sri Lanka gjørdust ræðslusligin, tá tey sunnudagin frættu, at ein harður jarðskjálvti hevði verið undir havbotninum vestan fyri Sumatra. Skjálvtin, sum var 8,7 á Richter-stiganum, fekk fólk at minnast tað, sum hendi annan jóladag.
Amerikanska flóðalduávaringin í Kyrrahavinum ávaraði um, at skjálvtin kundi elva til eina flóðaldu. Tað fekk myndugleikarnar í Indonesia, Teilandi og Sri Lanka og kunngera flóðalduávaring, og fólk í túsundatali leitaðu sær burtur frá strondini. Í indonesiska landspartinum Bandar Aceh tóku fólk til rýmingar, og á gistingarhúsunum í Teilandi fingu tey útlendsku ferðafólkini boð um at fara út og at leita sær burtur frá havinum.
Men einar tveir tímar seinni bleiv flóðalduávaringin avlýst. Heilt snikkaleys sluppu londini ikki, tí á nøkrum indonesiskum oyggjum vistu fólk at siga, at har var ein tríggjar merar høg flóðalda komin inn á strondina.
Tann størsti skaðin stóðst kortini av tí harða skjálvtanum. Á indonesisku oynni Nias hildu myndugleikarnir í gjár, at har hevði skjálvtin kravt umleið 1.000 mannalív, og at nógv hús høvdu fingið stóran skaða. Myndugleikarnir í Jakarta søgdu í gjár, at talið á deyðum kundi koma upp í 2.000.
Miðdepilin í jarðskjálvtanum mánadagin var einar 30 kilometrar undir havbotninum vestan fyri Sumatra ella einar 20 kilomerar niðari enn miðdepilin í skjálvtanum annan jóladag. Tað var sambært jarðfrøðingum orsøkin til, at skjálvtin hesaferð ikki elvdi til eina flóðaldu.










