Fýra fólk úr Norðurkorea, eini hjún við tveimum vaksnum synum, fóru um vikuskiftið úr Japan til Suðurkorea. Japonsku fjølmiðlarnir siga, at tey fýra fólkini flýddu úr Norðurkorea í einum lítlum báti, og eftir seks dagar á sjónum sluppu tey upp á land í Japan. Tey fýra hava greitt frá, at tey flýddu burtur úr fátækradøminum í Norðurkorea, og tey hava nú søkt um friðskjól í Suðurkorea. Suðurkoreonsku fjølmiðlarnir hava gjørt lítið burtur úr tilburðinum, og tað kemst helst av, at avvarðandi hjá fólki, sum flýggja úr Norðurkorea, verða ofta revsað, skrivar AP.









