Flýddu í flogfari

Kubanski flogskiparin Nemecio Alonso

setti mánadagin alla sína familju upp í eitt lítið flogfar og setti síðani kós ímóti USA. Amerikanska radarskipanin varnaðist tað lítla flogfarið og sendi jagaraflogfør at fylgja tí, til tað setti seg í Florida.
Flogfarið er av russiska slagnum Antonov-2 og er meiri enn 60 ára gamalt. Tað hevur bert sæti til flogskiparan og trý ferðafólk, men kortini eydnaðist tað Nemecio Alonso at hava sjey fólk við sær á ferðini til USA.

Kubansku myndugleikarnir hava biðið um at fáa bæði flogfarið og tey átta fólkini aftur. Hildið verður, at teir fáa tað gamla flogfarið, men tey átta fólkini fáa uppihaldsloyvi í USA.